Bill McLeod Jacobsen, gevst sum venjari

Bill McLeod Jacobsen, gevst sum venjari
Tað boðaði hann nevndini í AB og FC Argjum frá í gjárkvøldið.
 
16.04.2014 - 10:05

Bill McLeod Jacobsen, hevur verið venjari hjá EFFO-liðnum hjá Argja Bóltfelag.

Gevst av persónligum orsøkum

Hann sigur við heimasíðuna hjá AB, at tað er av persónligum orsøkum, at hann hevur tikið hesa avgerð. 

Tað er best fyri meg og fyri felagið, sum hevur nakrar lykladystir fyri framman. Eg havi havt tað gott hesar fýra mánaðirnar á Argjum, men tíðin og orkan røkkur ikki til longur, sigur Bill McLeod Jacobsen.
Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum, harmast støðuna. 

Vit hava verið glaðir fyri Bill, og hendan støðan er íkomin brádliga fyri okkum. Vit mugu bara koma víðari. 

Hjálparvenjarin tekur yvir fyribils

Hjálparvenjarin, Oddbjørn Joensen, verður venjari hesa vikuna. 
Bill hevur eisini havt aðrar uppgávur í felagnum við ungdómsarbeiði, og tað er ikki óhugsandi, at tað samstarvið heldur fram", sigur Sjúrður Olsen við heimasíðuna hjá AB.

AB liggur hevur fýra stig í Effo-deildini og liggur á sjeynda plássi. Ab hevur vunnið ein dyst, spælt ein javna og tapt tveir. Nummar eitt í EFFO-deildini er NSÍ, sum hevur 9 stig.

Kelda: www.ab.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961