Ferðavinnan 200.000 gistingar í 2020

Ferðavinnan 200.000 gistingar í 2020
Í 2020 er málið framvegis, at 200.000 gistingar innan ferðavinnuna skulu vera í Føroyum. Ætlanin, sum Visit Faroe Islands setti út í kortið, heldur
Í 2024 fara 450 fólk afturat at starvast í ferðavinnuni í Føroyum, og umsetningurin í vinnuni verður ein milliard krónur, er ætlanin hjá Visit Faroe Islands

19.05.2014 - 13:25

- Sum tað sær út við teimum fortreytum, vit hava í dag, fer tað at verða møguligt. Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Visit Faroe Islands hevur sett út í kortið, at í 2024 skulu 450 fólk afturat starvast í ferðavinnuni, umframt tey umleið 450 fólkini, sum í dag starvast ferðavinnuni. Ferðaráðið hevur eisini sum mál, at 200.000 gistingar skulu verða í 2014.

Í fjør hevði Visit Faroe Islands, ið varð endurstovnað sum Samvit eftir at Ferðaráð Føroya varð niðurlagt og seinni broytt til Visit Faroe Islands, 14 milliónir kr. at arbeiða við.

Vøkstur longu komandi ár

Í komandi ári, 2015, skulu 140.000 gistingar vera innan ferðavinnuna í Føroyum, 200 fólk skulu starvast í ferðavinnuni og umsetningurin skal uppí 600 milliónir kr.

Tað kemur millum annað fram í ársfrágreiðingini fyri 2013, ið Visit Faroe Islands júst hevur kunngjørt, ið umrøður árið í fjør innan ferðavinnuøkið í Føroyum.

- Vit vita, at tendensurin er positivur og tað gongur tann rætta vegin og tað er tað týdningarmiklasta, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040