Løgmaður verður biðin um at loysa Jørgen úr starvi

Løgmaður verður biðin um at loysa Jørgen úr starvi
Sambandsflokkurin hevur fund um politisku støðuna í dag
 
02.06.2014 - 07:45

Í dag fer Sambandsflokkurin at hava fund um støðuna hjá samgonguni, eftir at tveir tingmenn hjá flokkinum mikudagin atkvøddu fyri uppskotinum hjá andstøðuni um misálit á Jørgen Niclasen, landsstýrismann. Á fundinum verður Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, biðin um at loysa Jørgen Niclasen úr starvi.

Kaj Leo Holm Johannesen hevur sagt, at kemur tann áheitanin frá einum samdum tingbólki, fer hann at gera, sum hann verður biðin um at gera.

Vil ikki fara sjálvboðin

Mikudagin bað tingmanningin løgmann biðja Jørgen Niclasen siga upp. Tað gjørdi løgmaður eisini - spurdi Jørgen Niclasen, um hann vildi fara úr landsstýrinum  men landsstýrismaðurin segði nei. Leygardagin frættist so, at Jørgen Niclasen fer at leggja frá sær í dag, mánadag.  Men tað avsannaði Jørgen Niclasen, tá Útvarpið tosaði við hann leygardagin.

Stutta svar hansara var: "eg fari ongan veg, hví skuldi eg tað?"

Tá Sambandsflokkurin hevur havt sín fund í dag, verður fundur í samgonguni, segði løgmaður í síðstu viku.

Miðflokkurin eisini í tvíningum

Ikki bara Sambandsflokkurin er í tvíningum í tollmálinum hjá Jørgen Niclasen. Tað er Miðflokkurin eisini. Annar tingmaður floksins, formaður floksins, Jenis av Rana, atkvøddi fyri uppskotinum um misálit á Jørgen Niclasen. Jenis av Rana heitti eisini, av tingsins røðarapalli, á Jørgen Niclasen um at leggja frá sær.

     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 5. juli 2026
210545
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521