Mentanarnátt: Stovnar lata dyrnar upp

Mentanarnátt: Stovnar lata dyrnar upp
Starvsfólk á Landssjúkrahúsinum fara at vísa runt á stovninum, og áhugaverdar og stuttligar søgur verða at hoyra.
Landssjúkrahúsið er ein av stovnunum, sum letur dyrnar upp fyri almenninginum mentanarnáttina
 
02.06.2014 - 13:44

Í sambandi við mentanarnáttina fríggjakvøldið, letur Landssjúkrahúsið upp dyrnar á ávísum støðum. 

Starvsfólk á Landssjúkrahúsinum fara at vísa runt á stovninum, og áhugaverdar og stuttligar søgur verða at hoyra. Hvør túrur varar ein góðan tíma.

Byrjað verður á psykiatriska økinum á Eirargarði, har stutt frágreiðing verður um menningina innan økið.  Nógvar broytingar eru gjørdar á vaskarínum, har farið er frá eldri til nýmótans ídnðartøkni.

Líkskoðan

Gingið verður oman á Landssjúkrahúsið í tunlinum undir J.C.Svabosgøtu, og vitjað verður á nýggju líkskoðanarstovuni, og har verður frágreiðing um obduktiónir.

Vitjað verður eisini í nýggja skannarumhvørvinum, og har verður greitt frá um CT-skannarar og MR-skannarar. Rundvísingin byrjar klokkan 18, 18.30 og klokkan 19, og byrjað verður á Eirargarði 16.

Eisini í Kringvarpinum 

Og Kringvarpið í Sortudíki fer eisini lata dyrnar upp fyri almenninginum fríggjakvøldið klokkan hálvgum átta. Tá ber m.a. til at síggja nýggju sjónvarpsstovuna hjá Degi og Viku, sum verður tikin í nýtslu seinni í hesi vikuni. Eisini verða fýra konsertir í Kringvarpinum við Marius, Manskórinum, Niklasi og Lenu og Gretu Svabo Bech.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392