Fyritøkur sleppa ikki at útflyta sum tær vilja

Fyritøkur sleppa ikki at útflyta sum tær vilja
Arbeiðsgevarafelagið sigur, at Føroyar missa kappingarføri, tí politikarar skapa ikki neyðugu útflutningskarmarnar
Bergur Poulsen er formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag
 
03.06.2014 - 07:58

Landsstýrið og løgtingið renna undan ábyrgdini og skapa ikki neyðugu karmarnar fyri føroyskum útflutningi. Føroyskar vørur sleppa ikki til lond, sum føroyskar fyritøkur vilja útflyta til. 

Tað sigur nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hon sigur, at Føroyar missa kappingarføri, tí londini, Føroyar kunnu selja fisk og aðrar vørur til, eru so fá.

Sleppa ikki á marknaðirnar

Vantandi heilsufrøðiligar avtalur og vantandi handilsavtalur gera, at føroyskar vørur sleppa ikki á marknaðir, sum kappingarneytarnir selja til. Arbeiðsgevarafelagið heldur, at landsstýrið og løgtingið eru í holt við at leggja frá sær ábyrgdina at skapa karmar fyri føroyskum vøruútflutningi. 

Heldur enn at taka hesa uppgávu í álvara og raðfesta hana, verður brúkt størri orka til at kjakast um, hvør skal gjalda fyri neyðugar eftirlitsvitjanir úr teimum londum, sum áhugi er fyri at útflyta til.

Um myndugleikarnir ikki megna at geva útflutningsvinnuni betri sømdir, eiga teir at viðgera spurningin, um Føroyar hava møguleika fyri at gerast partur av felagsskapi ella skipan, sum so gera handilsavtalur fyri okkum, sigur nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485