- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki avtalað at vit skulu fáa 19.000 tons frá ES
Hini strandarlondini hava fingið at vita, at Føroyar og ES hava gjørt eina avtalu um sild. Men avtalan við ES sigur einki um, at Føroyar fáa 19.000 tons av kvotuni hjá ES í ár.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum:
Hann sigur, at Føroyar hava ikki gjørt eina strandarlandaavtalu. Fiskimálaráðið hevur boðað Noregi, Íslandi og Russlandi frá, at avtala er gjørd við ES. Í næstu viku hittast ráðharrar og landsstýrismenn í fiskivinnumálum í londunum við Norðuratlantshav á árliga fundinum, sum hesa ferð verður í Grønlandi. Tá verður høvi at tosa við hinar um avtaluna við ES, sigur Jacob Vestergaard.
ES má gjalda
ES noyðist at gjalda, nú Føroyar fáa knappliga 20.000 tons meira av norðhavssild enn strandarlondini vóru samd um at lata Føroyum.
Tað sigur Audun Maråk, stjóri í norska reiðarafelagnum, á heimasíðu felagsins.
Hann sigur, at gamla kvotubýtið frá 2007 eigur at halda fram. Annað kann Noreg ikki góðtaka.
Audun Maråk minnir á, at avtalan millum Noreg og Føroyar um sínámillum fiskirættindi í 2014 var treytað av, at Føroyar eru við í avtaluni millum strandarlondini um norðhavssild. Sambært henni eiga Føroyar 21.000 tons, ikki 40.000 tons, sum ES og Føroyar nú eru vorðin samd um.
Líkist ongum
Noreg eigur at strika avtaluna við Føroyar um fiskirættindi í ár, sigur Audun Maråk. Og tað líkist ongum, at ES enn eina ferð fer uttan um hini strandarlondini í samráðingunum um uppsjóvarfisk. Nú ES hevur góðtikið, at Føroyar fáa meira sild, eigur ES eisini at rinda rokningina fyri tað, sigur Audun Maråk.
Jacob Vestergaard sigur, at Føroyar og ES hava ikki avtalað, at tey 19.000 tonsini, sum eru munurin millum 5,16 prosent og 9,56 prosent, fara av kvotuni hjá ES. So tey verða ivaleyst løgd afturat heildarkvotuni, sum í ár er 419.000 tons.