Uppskotið um Suðuroyartunnil lagt fram uttan breiðan, politiskan stuðul

Uppskotið um Suðuroyartunnil lagt fram uttan breiðan, politiskan stuðul
Tunnilsfelagið arbeiðir nú við eini triðju linjuføring Sandoyarmegin til Suðuroyartunnilin. Nýggja linjuføringin er løgd fram fyri politiska fylgibólkinum
 
08.12.2025 - 12:02

Kringvarpið hevur fingið váttað, at P/f Suðuroyartunnilin, sum ætlandi skal gera og reka undirsjóvartunnil til Suðuroyar, nú arbeiðir við eini triðju linjuføring Sandoyarmegin.

Kringvarpið visti longu um vikuskiftið um hesa triðju linjuføringina. 

Eftir tí, sum Kringvarpið tá hevði skilt, so inniber linjuføringin, at vegur verður gjørdur eystanfyri Sandsvatn, og at tunnil verður gjørdur gjøgnum Sandslíð, tvífalt so langur sum frammanundan er skotið upp, og at innkoyringin til sjálvan Suðuroyartunnilin verður í Djúpadali.

Henda triðja linjuføringin er løgd fram fyri politiska fylgibólkinum í seinastu viku. Men, sum Kringvarpið skilur, so eru flokkarnir ikki bidnir um at taka støðu til hetta triðja uppskotið.

 

Lagt fram í morgin

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur borið lógaruppskot í løgtingi um fyrireiking, prosjektering og útbúð av Suðuroyartunlinum.

Kringvarpið skilur, at tað uppskotið verður lagt fram á tingfundinum í morgin. Tástaðni verður uppskotið alment í síni heild, m.a. hvørja linjuføring løgmaður nú mælir til.

Í vikuskiftinum hava Silas Olofson, formaður í Føroya Fuglafrøðifelag, og Jón í Haraldsstovu, formaður í Føroya Sílaveiðifelag, mælt frá hesi triðju linjuføringini, tí at teir halda tað fara at ganga út yvir náttúruøkið, sum er við Sandsvatn.

Breið, politisk undirtøka er sostatt ikki tryggjað fyri lógaruppskotinum um Suðuroyartunnil, sum væntandi verður lagt fyri løgtingið í morgin. 

 

Les eisini: Tann vánaligasta ætlanin higartil

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858