Listin steðgar fyribils

Listin steðgar fyribils
Kinna Poulsen og Inger Smærup Sørensen, sum seinastu fýra árini hava blogga um list, vilja umhugsa blogguna, men venda møguliga aftur
 
20.06.2014 - 13:57
2337 innlegg og ein hálv millión vitjandi bleiv tað til, tey fýra árini listabloggan hevur verið til. Men nú er seinasta innleggið skrivað fyri hesu ferð, tí Kinna Poulsen og Inger Smærup Sørensen, fara at brúka summarferiuna til at umhugsa listablogguna, tað skriva tær á blogguni, Listin.
 
"Endurnýggjan hevur stóran týdning fyri okkum og aftan á fýra ár halda vit, at vit hava havt kvinnuvikur og listaverkfall, talleys ummæli, prik til politikarar, herðindi av forargilsi um heildarstøðið á mentanarlívinum, hugtikin útbrot um listina og yvirhøvur alt, mann kann ímynda sær - vit hava bara ikki havt nakra teinkipausu", skrivar tær. Tær eru spentar um, hvat umráðingartíðin fer at hava við sær, og sig, at tær møguliga onkursvegna venda aftur.
 
Inger Smærup Sørensen og Kinna Poulsen hava skriva innlegg um list, so at siga hvønn dag í fýra ár. "Tað hevur verið stuttligt og avbjóðandi at skriva til blogguna", skriva tær, og tær halda, at bloggan hevur havt ein týdningarmiklan leiklut í mentanarlívinum  og kjakinum um list í Føroyum
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096