Undantaksstøða á dagstovninum Birkilund

Undantaksstøða á dagstovninum Birkilund
Leiðarin hevur sagt upp, og Foreldraráðið hevur kravt fund við býráðsleiðsluna
 
21.06.2014 - 09:50

Leiðarin á dagsstovninum Birkilund í Havn hevur nú mist tolið og hevur sagt upp.

Dagsstovnurin hevur verið í undantaksstøðu í góð tvey ár, eftir at umfatandi soppur varð staðfestur í bygninginum.

Børn og starvsfólk hava seinastu tvey árini hildið til í ávíkavist dagsstovninum Vípuni og í hølum hjá Adventaskúlanum.

Bíðar eftir politiskari avgerð

Samstundis hava politikkarar havt trupult við at taka endaliga støðu til, hvat skal gerast við soppafongda dagsstovnin.

Fyrst skuldi hann høvuðsumvælast, seinni varð mett best at lata hann byggja av nýggjum, men nú ljóðar, at politikarar kortini ynskja, at dagsstovnurin skal umvælast.

Jana Egholm - nú fyrrverandi leiðari á dagstovninum Birkilund - vil ikki gera viðmerkingar, men váttar, at uppsøgnin hongur saman við undantaksstøðuni, sum børn og starvsfólk hava verið í hesi tvey árini.

Foreldráðið á fund við býráðið

Foreldraráðið kravdi í vikuni fund við borgarstjóran og kommunuumsitingina.

Fundurin var hósdag seinnapartin.

Petrina Berg, forkvinna í foreldraráðnum, sigur, at fundurin var jaligur, og at Heðin Mortensen, borgarstjóri, gav lyfti um, at um tvær vikur er greitt, hvørt dagstovnurin Birkilund skal høvuðsumvælast ella byggjast av nýggjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086