Ikki sum at siga tað at útflyta heilivág

Ikki sum at siga tað at útflyta heilivág
Føroyar eru at meta sum triðjaland í EBS-sáttmálanum, og tí kann verða trupult hjá Apoteksverkinum at útflyta heilivág sum ætlað
 
23.06.2014 - 11:39

Bæði í Íslandi og í Danmark eru kundar, sum vilja keypa heilivág úr Føroyum. Tær vilja hava Apoteksverkið at gera ávís sløg av heilivági fyri seg.

Men tað er ikki bara sum at siga tað, verri enn so.

Ísland er við í EBS-samstarvinum millum ES og EFTA-londini. Og tann sáttmálin er oman fyri Hoyvíkssáttmálan millum Føroyar og Ísland. Sambært EBS-samstarvinum eru Føroyar triðjaland.  

Felagsnevndin viðger málið

Felagsnevndin hjá Føroyum og Íslandi viðvikjandi Hoyvíkissáttmálanum hevur fund í Reykjavík hósdagin, og tá er útflutningurin hjá Apoteksverkinum á skránni.

Íslendski ráðharrin segði, at semja er í íslendsku stjórnini um hetta málið. Málið um útflutning til Danmarkar var á skránni fyri ríkisfundin í Føroyum í síðstu viku. Danska heilsumálaráðið metir eisini Føroyar at vera triðjalands sambært EBS-sáttmálanum.

Stendur i avrikssáttmálanum

Í avrikssáttmálanum millum Apoteksverkið og Heilsumálaráðið fyri 2014, stendur, at "meðan tilgongdin fyri endaligu góðkenningini stendur fyri, verða møguleikar fyri útflutningi av heilivági kannaðir og møguligar handilsforðingar beindar av vegnum."

Um ársskiftið koma eftirlitsfólk frá danska heilsustýrinum at kanna framleiðsluna hjá Apoteksverkinum. Er alt í lagi, fær Apoteksverkið góðkenning at gera heilivág. Sum er, hevur Apoteksverkið undantaksloyvi at gera heilvág.

Kjartan Mohr, landsapotekari, sigur, at hann væntar, tað fer at bera til at útflyta heilivág til Íslands og Danmarkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815