Løn í summarfrítíðini gevur einki frítíðarískoyti

Løn í summarfrítíðini gevur einki frítíðarískoyti
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni

25.06.2014 - 08:12

Løntakarar fáa ov nógv í frítíðarískoyti.

Sambært lógini um frítíð við løn skal frítíðarískoyti ikki gjaldast av løn, sum verður goldin í frítíðini. Fólk, sum hava summarferiu við løn, eiga tí ikki rætt til frítíðarískoyti.

Tað sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, sum spurdi Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum um hetta. Kári P. Højgaard spurdi, um almennar lønarumsitingar umsita lógina rætt.

1,5 prosent

Jørgen Niclasen svarar, at sambært Gjaldstovuni verður frítíðarískoyti, sum er 1,5 prosent, eisini goldið av løn í feriu. Ikki bara landið ger tað, men eisini Tórshavnar kommuna, aðrar kommunur og SEV, sigur Jørgen Niclasen.

Meirkostnaðurin hjá landinum er mettur at vera um tvær milliónir krónur um árið. Jørgen Niclasen sigur eisini, at frítíðarlógin er málsøki hjá Vinnumálaráðnum.

Og Jørgen Niclasen veit ikki, um ítøkiligar ætlanir eru um at broyta frítíðarlógina, so lógin sigur, at fólk eisini eiga frítíðarískoyti fyri lønina, tey fáa, meðan tey hava summarfrí. Jørgen Niclasen leggur afturat, at frítíðarlógin er ein minimumslóg, ein lágmarkslóg. Tað er tí ikki í stríð við lógina at gjalda meira enn 1,5 prosent í frítíðarískoyti.

Fáa 433 kr. ov nógv

Sambært svarinum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum fáa starvsfólk, sum tjena 25.000 kr. um mánaðin, 433 krónur ov nógv í frítíðarískoyti um árið. Landsstýrismaðurin fer nú at kanna, hvussu nógv, tað kostar í umsiting at broyta mannagongdina, so hon svarar til lógina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938