Miðamerika fær eina veit aftrat Panamaveitini

Miðamerika fær eina veit aftrat Panamaveitini
Nýggja veitin skal gravast tvørtur um Nicaragua, og størri skip fara at kunna sigla millum Karibiska havið og Kyrrahavið.
Mynd: Savnsmynd  
 
09.07.2014 - 15:58

 

Afturfyri eina íløgu uppá 220 milliardir krónur fær eitt kinesiskt felag í Hong Kong rættindini til inntøkurnar frá veitini í fimmti ár.

Veitin verður 278 kilometrar long, men í tveimum, tí á leiðini er stóra Nicaragua vatnið, sum skipini eisini skulu sigla ígjøgnum.

Og umhvørvisfelagsskapir óttast júst fyri Nicaragua vatninum, at tað kann fara at verða dálkað av skipaferðsluni, men kinesiska felagið hevur svarað, at tað fer at gera árinskanningar, áðrenn arbeiðið byrjar.

Sagt verður, at ætlanin ikki er at kappast við Panamaveitina, men at kunna bjóða størri skipum enn teimum, sum Panamaveitin kann taka, at sigla millum Karibiska havið og Kyrrahavið.

At kapping ikki verður, er tó neyvan allur sannleikin, tí arbeitt verður uppá at víðka Panamaveitina, so hon kann taka størri skip.

 

Liðug í 2020

Ætlanin er, at arbeiðið skal byrja seinni í ár, og at Nicaragua-veitin skal vera liðug í 2020. Tað er ov bjartskygt, halda byggikøn og vísa á, at tað tók tíggju ár at byggja Panamaveitina, ið er væl styttri. Aftur ímóti kann so sigast, at amboðini nú á døgum eru væl betri enn fyri hundrað árum síðani.

Umframt veitina skulu havnir gerast báðumegin, ein jarnbreyt skal byggjast fram við veitini, og eini nýggjari floghavn verður eisini brúk fyri.

Verkætlanirnar fara at tvífalda arbeiðsmegina í Nicaragua og fara at hava við sær, at 400.000 fólk sleppa burtur úr fátækradømi, verður sagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497