Fimm mánaðir fyri eitt kilo

Fimm mánaðir fyri eitt kilo
Eystari landsrættur umroknaði skunk til hash á annan hátt enn Føroya rættur og ákæruvaldið
Nøkur mál afturat um skunk eru á veg í Føroya rætt
 
10.07.2014 - 07:32

Ákæruvaldið noyðist nú at endurskoða málini um skunkplantasjur, sum ikki enn eru latin Føroya rætti.

Eystari landsrættur broytti ein dóm, sum Føroya rættur segði síðst í februar.

Ein maður, sum fekk átta mánaða fongsulsrevsing í Føroya rætti fyri at hava gjørt 2,9 kg av hashi úr skunkplantum, fekk fimm mánaðir í Landsrættinum, men bara fyri eitt kilo av hashi.

Landsrætturin brúkti ein annan máta at umrokna skunk til hash enn Føroya rættur og ákæruvaldið gjørdu. 

Hóast Landsrætturin tók tríggjar mánaðir av revsingini, halda tey hjá ákæruvaldinum, at revsingin er herd, tí fimm mánaðir fyri eitt kilo er harðari dómur enn átta mánaðir fyri næstan tríggjar ferðir so nógv hash.

Annars staðfesti Eystari landsrættur dómin hjá Føroya rætti, sum frídømdi mannin fyri at eiga 219 hampfræ. Tað er ikki prógvað, at maðurin ætlaði at brúka fræini til at planta fleiri skunkplantur.

Mamman aftur frídømd 

Ákæruvaldið vildi eisini hava mammuna hjá manninum dømda fyri medvirkan. 

Sambært ákæruritinum hjálpti kvinnan soni sínum, tí hann hevði sínar skunkplantur í húsunum hjá mammuni. 

Og hon rindaði, um ikki allan, so ein part av streyminum, sum varð brúktur til at dyrka skunkplanturnar.  

Men mamman varð frídømd bæði í Føroya rætti og í Landsrættinum. 

Eystari landsrættur hevur aðrar grundgevingar í sínum dómi enn Føroya rættur. Tí endurskoðar ákæruvaldið nú tey málini um skunkplantasjur, sum eru á veg í Føroya rætt.      

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262