Avgerðin hjá fasta gerðarrættinum er kærd

Avgerðin hjá fasta gerðarrættinum er kærd
Pedagogfelagið sigur, at formligu viðskiftini vóru ikki í lagi, tá fasti gerðarrætturin avlýsti blokaduna og arbeiðssteðgin móti forskúlunum.
Maud Wang Hansen og Pedagogfelagið hava kært avgerðina hjá gerðarrættinum
Mynd: Savnsmynd  
 
10.07.2014 - 11:24

Pedgogfelagið hevur biðið Fasta Gerðarrættin um at taka málið upp aftur um bokaduna og arbeiðssteðgin, sum Pedagogfelagið hevði lýst móti forskúlunum.

At Pedagogfelagið hevur kært úrskurðin merkir, at allir gerðarrættardómararnir nú skulu viðgerða málið.

Pedagogfelagið sigur í kæruni, at málið ikki er viðgjørt sambært reglunum um Fasta Gerðarrættin og førir m.a. fram, at gerðarrætturin hevur gjørt úrskurðin út frá einum fyrireikandi fundi, har referat eru tikin, sum eru brúkt í úrskurðinum, uttan at tey, sum vóru til staðar og eru endurgivin, vistu, at fundarreferatini fóru at verða brúkt.

Pedagogfelagið ger galdandi, at málið hevur stóran týdning, tí tað snýr seg um tulking og nágreining av verkfalsrættindum og friðarskyldu á arbeiðsmarknaðinum. Og tá formlig brek eru staðfest í viðgerðini av einum slíkum máli, eigur tað at ganga umaftur, heldur Pedagogfelagið.

Fasti Gerðarrætturin setti við avgerð síni blokaduna og arbeiðssteðgin úr gildi, sum Pedagogfelagið lýsti móti forskúlunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203