Niðurdottið ferðafólkaflogfar funnið

Niðurdottið ferðafólkaflogfar funnið
Ferðafólkaflogfarið, sum datt niður tíðliga hósmorgunin, er funnið í Mali, tætt við markið til Burkina Faso, upplýsa franskir myndugleikar
Vrakið av flogfarinum hjá SwiftAir, ið datt niður í Mali, tætt við markið til Burkina Faso, er nú funnið
Mynd: AP  
 
25.07.2014 - 11:04

Hildið verður, at øll 110 ferðafólkini, har nærum helmingurin vórðu franskir ríkisborgarar, hava latið lív. Bjargingarlið hava váttað, at talan er um vrakið av uppkolaða flogfarinum, sum lá spjatt á jørðini.

- Tíverri funnu vit ongar persónar á staðnum. Tey sóu ongan á lívi, sigur sigur Gielbert Diendre, stjóri fyri vanlukkutilbúgvingini í Burkina Faso.

Flogfarið fór hósnáttina úr høvuðsstaðnum í Burkina Faso, Oua-gadougou, við kós móti Algeria. Tá flogfarið hevði verið á flogi í 50 minuttir misti loftferðslumyndugleikarnir sambandi við tað.

Ógreitt hví flogfarið datt niður

Enn er ikki greitt, hví flogfarið datt niður, men sambært flutningsmálaráðharranum í Burkina Faso, vildu flogskipararnir sleppa at broyta kós, tí sandstormur var í økinum har norðuri í Mali.

Forsetin í Mali, Ibrahim Keita, fer í dag til staðið, har vrakið liggur. Vanlukkan er hin ringasta í loftferðslusøguni hjá Burkina Faso, og forsetin, Blaise Dompa-oré, hevur í dag lýst landasorg í tveir dagar.

Flogfarið, ið er dottið niður, var av slagnum McDonnell Douglas MD-83, og var leigað frá spanska flogfelagnum SwiftAir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. desember
Breddin: Suðuroyartunnilin aftur í tinginum
201586
Týsdag 16. desember
Morgunlestur týsdagur 16.desember 2025
200535
Mánadag 15. desember
Við Tórði á jólatúri
201550
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552
Mánadag 15. desember
Vigdís 3:4 - teknmálstulkað
201549
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480