Lækni: - Ebola ikki ein hóttan í Føroyum

Lækni: - Ebola ikki ein hóttan í Føroyum
Hóast deyðleikin er høgur og útbrotið í Vesturafrika tað størsta higartil, hava vit ikki orsøk at óttast sjúkuna í Føroyum, sigur Shahin Gaini
Ebola-sjúkan eigur at verða tikin í størsta álvara, men vit hava ikki stórvegis orsøk at óttast, at sjúkan fer at breiða seg í Evropa, sigur Shahin Gaini, lækni og smittuserfrøðingur
 
31.07.2014 - 13:17

- Útbrotið av ebola í Vesturafrika er tað álvarsligasta og størsta, vit vita um. Í Føroyum eiga vit kortini ikki at óttast sjúkuna, sigur Shahin Gaini, lækni og smittuserfrøðingur, við útvarpið.

Shahin Gaini heldur, at ebola-sjúkan eigur at verða tikin í størsta álvara, men at vit í Evropa ikki hava stórvegis orsøk at óttast eina farsótt av ebola-virusinum um okkara leiðir.

- Um vit skuldu fingið tilburðir í Evropa, er heilsuverkið væl fyri at steðga smittuni, so hon ikki fer víðari, sigur smittuserfrøðingurin í samrøðu við útvarpið.

Vánaligt heilsuverk orsøk til nógva smittu

Orsøkin - til at deyðleikin í Afrika av ebola er so stórur - er, at londini í Afrika eru fátøk, og at sjúkrahúsverkini har eisini tískil eru illa fyri at basa ebola-sjúkuni.

- Hevur man verið í Afrika, sum eg havi verið, og sæð, hvussu heilsuverkið fungerar, skilir man væl, hví sjúkan breiðir seg, sigur Shahin Gaini, lækni og smittuserfrøðingur.

Hann sigur, at flestu fólk í Afrika verða smittað á sjúkrahúsum, tí starvsfólk á sjúkrahúsum ikki hava neyðugu útgerðina, og tí heilsustarvsfólkini hava so nógv at gera, at tey gera feilir.

Smittar við kropsligum sambandi

Herviliga ebola-sjúkan smittar ikki gjøgnum luftina, eins og sjúkurnar fuglakrím og SARS gera, ið hava gjørt um seg ymsastaðni seinnu árini.

- Ebola smittar gjøgnum fysiska kontakt. Tað vil siga kropsvætur; blóð, spýggju, land og skarn. Tí er smittuvandin ikki so stórur sum við fuglakrími og SARS, sigur Shahin Gaini.

Shahin Gaini mælir fólki, ið ferðast í afrikonsku londunum, til at fara inn á heimasíðuna hjá Statens Serum Institut at leita sær meira kunning og vegleiðing um útbrotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. oktober
Norðurljóð 21.oktober 2024
182324
Mánadag 21. oktober
Til lukku við FM, Víkingur
182364
Mánadag 21. oktober
Morgunlestur mánadagur 21. oktober 2024
182228
Sunnudag 20. oktober
Bolero 20. oktober 20234
182328
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. oktober
NM í olympiskari vektlyfting 2:2
182317
Sunnudag 20. oktober
Guðstænasta úr Húsavíkar kirkju
182318
Leygardag 19. oktober
NM í vektlyfting 1:2
182288
Fríggjadag 18. oktober
Kom á val 01
182263
Fríggjadag 18. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182249