25 fólk deyð av spreingingum í Taivan

25 fólk deyð av spreingingum í Taivan
25 fólk hava latið lív og 267 hava fingið skaða eftir ógvusligar gassspreingingar í býnum Kaohsiung, upplýsa myndugleikarnir á staðnum
Fyribils hava 25 fólk latið lív og 267 hava fingið skaða eftir ógvusligar gassspreingingar í býnum Kaohsiung í Taivan seint hóskvøldið
Mynd: AP  
 
01.08.2014 - 08:39

<p>Spreingingarnar hendu um midnátt lokala tíð hóskvøldið. Í morgun er framvegis ikki tamarhald á støðuni, og eldur logar framvegis í økinum, har spreingingarnar vóru, skrivar tíðindastovan AP.</p>

<p>Myndugleikarnir á staðnum fingi fleiri fráboðanir um gasslekar hósdagin. Stutt aftaná fráboðaninar var ein røð av spreingingum,&nbsp;ið vóru so ógvusligar, at bilar og motorsúkklur&nbsp;vórðu slongd&nbsp;runt í økinum.</p>

<p>- Orsøkin til gasslekarnar er ikki heilt greið enn. Trupult er eisini at fáa neyðugu hjálpina til økið, har fleiri ferkilometrar av vegakervinum eru lagdir í oyði, sigur ein talsmaður fyri stjórnina.</p>

<p>Íbúgvarnir í býnum Kaohsiung hava fingið boð um ikki at fara út fyribils, og at fylgja teimum boðum, myndugleikarnir koma við, so leingi tamarhald ikki er á støðuni í býnum.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386