Sí video: Her koma og fara hundraðtals flogfør

Sí video: Her koma og fara hundraðtals flogfør
Henda upptøkan vísir alla flogferðsluna í tvær nætur í fimtu størstu floghavnini í heiminum eftir bert hálvum fjórða minutti. Sí tíðartódnina her
Sí upptøkuna í greinini, har tú kanst síggja alla flogferðsluna í einari av teimum mest vitjaðu floghavnunum í heiminum eftir bert hálvum fjórða minutti
Mynd: Milton Tan/Vimeo

18.08.2014 - 13:50

Tvey myndatól, 11.000 myndir og arbeiði í umleið eitt ár. So drúgva tíð tók tað myndamanninum, Milton Tan, úr Singapore at gera hendan stutta filmin, ið vísir flogferðsluna í Singapore Changi Airport á náttartíð.

Sí video niðanfyri

Tær 11.000 myndirnar eru settar saman í ein stuttfilm í eini sonevndari tíðartódn (á enskum Timelapse), har til ber at vísa hendingar, ið vóru fleiri tímar, eftir bert fáum minuttum.

Í upptøkunum niðanfyri sært tú alla flogferðsluna tvær summarnætur í fjør, eftir bert hálvum fjórða minutti. Í miðal eru einans 90 sekund ímillum, at flogfør koma og fara í floghavnini í Singapore.

Video: Air Traffic 2 - Milton Tan

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386