Apple: Brotnir iPhone-skíggjar verða skjótt søga

Apple: Brotnir iPhone-skíggjar verða skjótt søga
Tann nýggja iPhone 6, sum væntandi kemur á marknaðin um tríggjar vikur, hevur sterkari glas. Brúkarar kunnu fegnast, lovar fyritøkan
Brotið glas á iPhone verður nú søga, lovar Apple, ið sendir nýggju iPhone 6 á marknaðin við sterkari glasi á skíggjanum
 
19.08.2014 - 09:23

<p>Apple tekur nú atfinningar frá brúkarunum -&nbsp;ið hava funnist at fyritøkuni, tí skíggin&nbsp;á iPhone-telefonunum brotnar ov lætt - til sín. Fyritøkan sigur, at skíggin á nýggju iPhone 6 verður sterkari enn á undanfarnum telefonum.</p>

<p>Nógvir keyparar hava verið ónøgdir við Apple, tí skíggin á iPhone brotnar ov lætt. Harumframt hevur kostnaðurin av at skifta glasið á skíggjanum verið lutfalsliga høgur, sum hevur fingið keyparar at vera misnøgdar við Apple.</p>

<p>Fyritøkan hevur nú skrivað undir avtalu við amerikanska framleiðaran, GT Advanced Technologies, ið framleiðir sonevnt gorilla-glas til fartelefonir, ið skal eitast at vera serliga sterkt og haldgott. Ein avtala, ið er 3,2 milliardir verd.</p>

<p>Apple hevur bílagt útivið 80 milliónir eintøk av iPhone 6. Telefonirnar skulu ætlandi&nbsp;vera komnar í allar handlar kring heimin væl undan jólum, tí ein triðingur av øllum Apple-vørum verður seldur á jólum, skrivar Wall Street Journal.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947