Anita fingið nýtt loyvi at royna við gørnum

Anita fingið nýtt loyvi at royna við gørnum
Anita kann halda fram at fiska svartkalva og havtasku í nýggja fiskiárinum. Reiðaríið skal svara løgmanni mikudagin
Anita hevur fingið nýtt fiskiloyvi, men kann missa veiðiloyvið
 
01.09.2014 - 07:36

Fríggjadagin fekk Anita nýtt fiskiloyvi frá Vørn, sum er galdandi í fiskiárinum, sum byrjar í dag.

Eins og í farna fiskiári hevur Anita loyvi at fiska svartkalva og havtasku við gørnum á føroysku landleiðunum. 

Hósdagin boðaði løgmaður frá, at hann ætlar at taka veiðiloyvið frá Anitu, tí skipið skal hava brotið fiskivinnulóggávuna. Tað er kortini ikki staðfest í rættinum enn.  

Reiðaríið hjá Anitu hevur freist til mikudagin at gera viðmerkingar um ætlanina hjá løgmanni at taka veiðiloyvið frá Anitu.

Kunnu fara í rættin 

Í 1998 kom at standa í lógini um vinnuligan fiskiskap, at brot á reglur, ásettar við heimild í lógini, kunnu hava við sær, at landsstýrismaðurin kann taka aftur rættindi eftir lógini endaliga ella fyribils. 

Í hesum førinum var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ógegningur at viðgera Anitu, tí skiparin er bróðir aðalstjóran í Fiskimálaráðnum. Tí endaði Anita hjá løgmanni.

Sambært lógini kann avgerðin hjá løgmanni skjótast inn fyri Føroya rætt innan tvær vikur. Men tað hevur tó ikki stegðandi virknað. 
Freistin hjá reiðaríinum, P/f Seta, at fara í rættin er til 11.september.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558