Bara tey sum einki hava eftir fáa meira makrel

Bara tey sum einki hava eftir fáa meira makrel
Sunnudagin verða 9.300 tons av makreli tøk hjá teimum, sum onga kvotu hava eftir
Føroyska makrelkvotan er meira enn 150.000 tons í ár, og nógv er eftir enn
 
18.09.2014 - 07:58

Tað verða bara skip, sum onga kvotu hava eftir, sum sleppa at fiska av makrelkvotunum, sum verða leysar sunnudagin.

Herfyri avgjørdi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at onnur skip kunnu fiska av kvotuni, sum upprunaliga varð latin línuskipum, útróðrarbátum, garnaskipum og øðrum, kvotan er 2.800 tons.

Harafturat ber til at fiska tey 6.500 tonsini, sum vórðu sett av at brúka í samráðingum um fisk við onnur lond.

Ikki øll fáa part

Nú hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, so avgjørt, at bara skip, sum onga kvotu hava eftir, sleppa fram at teimum 9.300 tonsunum. 

Felagskvotan hjá trolarunum var uppi fyri einari tíð síðani. 

Ikki er boðað frá, at kvotan hjá øðrum bólkum er uppi. 

Í makrelkunngerðini hevur landsstýrismaðurin heimild at loyva øðrum fiskiførum at fiska av felagskvotum, sum líkindi eru fyri ikki verða fullnýttar. 

Samráðast aftur 

Um ein mánað fara strandarlondini aftur at samráðast um uppsjóvarfisk.

Frá 13. til 17.oktober vera samráðingar um norðhavssild og svartkjaft, og 21. til 24.oktober er makrelurin á skránni.

7. og 8.oktober vera samráðingar um kongafiskin í Irmingarhavinum og 9. og 10.oktober um kongafisk í ICES-økjunum.  

Allar hesar samráðingarnar vera í London.

Men longu mánadagin fara NAFO-londini á fund í spanska býnum Vigo at býta toskin á Flemish Cap.    

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597