Heðin fekk 300 prosent afturat í einum høggi

Heðin fekk 300 prosent afturat í einum høggi
Borðfæið hjá borgarstjóranum í Havn nú tað sama sum hjá løgmanni
Heðin Mortensen, borgarstjóri, fær nú slakar 86.200 kr. í boðfæi um árið.
 
19.09.2014 - 07:59

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu fær nú 4.788 kr. meira um mánaðin í borðfæi at brúka til móttøkur og onnur tiltøk, hann hevur sum borgarstjóri.

Landsstýrið skal góðkenna samtykitna hjá býráðnum. 

Býráðið samtykti í gjárkvøldið at hækka borðfæið hjá borgarstjóranum 300 prosent, sum geva 57.456 kr. meira um árið.

Borðfæið var tað sama sum hjá landsstýrisfólkum. Tað er nú tað sama sum hjá løgmanni. 

Orsøkin til broytingina er alsamt vaksandi umboðandi arbeiðið hjá borgarstjóranum og øktar útreiðslur av tí, stendur í gerðarbókini um býráðsfundin í gjárkvøldið.  

Tjóðveldi segði nei

Níggju býráðslimir atkvøddu fyri at hækka borðfæið, Tjóðveldi atkvøddi ímóti, og sjálvur var Heðin Mortensen ikki við í viðgerðini og atkvøðugreiðsluni.

Jógvan Arge í Tjóðveldi hevði eitt broytingaruppskot um, at býráðið vísir málið til umsitingina hjá Tórshavnar kommunu at gera púra greitt, hvørjar heimildir býráðið hevur á hesum øki og leggja frágreiðing um tað fyri býráðið sum skjótast. 

Hetta uppskotið fall. 

Býráðið samtykti eisini í gjarkvøldið at lækka árligu samsýningina hjá varaborgarstjórunum 50 prosent, so hon fer úr tíggju prosentum av borgarstjóralønini niður í fimm prosent.  

Jógvan Arge er fyrsti varaborgarstjóri, og Elin Lindenskov er annar varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968