Útlendingur í grundlógaravhoyr í dag

Útlendingur í grundlógaravhoyr í dag
Tað hevur verið ófriðarligt í Eysturoy í nátt, og løgreglan hevur handtikið ein persón
 
20.09.2014 - 10:27

Ein russisku sjómaður sló í gjárkvøldið ein føroying á skeinkistaði í Eysturoynni. Slagið var somikið meint, at brillurnar brotnaðu, og maðurin fekk snudd yvir øðrum eyganum. 

Politiið tók russiska sjómannin, og tá hann er edrúur, skal hann grundlógaravhoyrast. Kravið verður, at russarin verður dømdur fyri harðskap, og at hann síðani verður vístur av landinum.

Annars var ólevnaður av ymsum slag í nátt, og húsaófriður onkrastaðni, men einki stórvegis hendi kortini í teimum førunum, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329