Danmark eigur at umhugsa tiltøk móti Ísrael

Danmark eigur at umhugsa tiltøk móti Ísrael
Tað mælir danski uttanríkisráðharrin, Martin Lidegaard, til, broyta ísraela ikki kós í friðarsamráðingunum
 
22.09.2014 - 08:03

Í samrøðu við Jyllands-Postin sigur Martin Lidegaard, at bæði Danmark og ES fara at viðgera møguleikan at seta tiltøk í verk ímóti Ísrael, og verða framstig ikki gjørd í friðarsamráðingunum, og báðir partar slaka, fer hann at reisa málið á næsta ES-uttanríkisráðharrafundi. 

Martin Lidegaard krevur m.a., at Ísrael setur stongsilin móti Gaza úr gildi, og at ólógliga búsetingin, sum hann málber seg, heldur uppat, tí tey forða fyri eini loysn, har Ísrael og Palestina verða hvør sítt land, sigur hann.

Samstundis skulu Hamas og aðrir hernaðarligir bólkar í Gaza avvápnast, sigur Martin Lidegaard í samrøðuni við Jyllands-Postin.

Friðarsamráðingarnar millum Ísrael og Palestina byrja í Kairo í hesi vikuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285