Privatu fjølmiðlarnir fáa pengar úr landskassanum

Privatu fjølmiðlarnir fáa pengar úr landskassanum
Landsstýrismaðurin hevur mist alla vón um at fáa samgonguna at hjálpa Kringvarpinum. Men hinir miðlarnir eru komnir í fíggjarlógina
Miðlahúsið er nú komið í fíggjarlógina. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur biðið um pengar til privatu fjølmiðlarnar.
 
25.09.2014 - 06:45

Privatu fjølmiðlarnir eru nú komnir í fíggjarlógina. 

Í fíggjarlógaruppskotinum, sum løgtingið fær týsdagin, eru pengar settir av til privatu fjølmiðlarnar.

Tað upplýsti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, á pallborðsfundi í Havn í gjárkvøldið.

Samstundis hevur landsstýrismaðurin mist alla vón um at fáa undirtøku í samgonguni fyri at hjálpa Kringvarpinum fíggjarliga.

Ikki politikarar

Bjørn Kalsø fekst ikki at siga, hvussu nógvar pengar, hann hevur biðið um til privatu miðlarnar. Men miðlarnir skulu fáa pengar til útbreiðslu og til redaksjónirnar.

Leiðreglur skulu gerast um, hvussu pengarnir skulu býtast millum miðlarnar. Og tað verða ikki politikarar, sum skulu býta teir, segði Bjørn Kalsø.  

Landsstýrismaðurin segði, at við at umraðfesta í kontunum hjá Mentamálaráðnum í fíggjarlógini hevur hann funnið pengar til privatu fjølmiðlarnar.

Hann segði seg hava undirtøku fyri hesum í samgonguni.

Men slíka undirtøku hevur hann ongantíð havt, hana hevur hann heldur ikki nú og væntar heldur ikki at fáa hana, tá tað ræður um at hjálpa Kringvarpinum.

Ætlanin at geva Kringvarpinum pengar afturfyri, at Kringvarpið gevst at senda lýsingar, er kollsigld í samgonguni. Og tað er ætlanin um at lata Kringvarpinum meirvirðisgjaldið av kringvarpsgjaldinum eisini.

Samgongan vil ikki

Bjørn Kalsø segði bart út á pallborðsfundinum, at hann hevur mist alla vón um at fáa fjølmiðlapakkan, sum hann hevur arbeitt við í langa tíð, góðkendan í samgonguni. Og hann torir ikki at fara í løgtingið við honum, tí tað kann enda við, at støðan hjá Kringvarpinum verður verri, enn hon er nú. 

Og sambært landsstýrismanninum í mentamálum sleppur Kringvarpið at halda fram við at senda lýsingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444