Biður um eykajáttan so elbilar kunnu fáa streym

Biður um eykajáttan so elbilar kunnu fáa streym
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnan, biður um eina millión krónur í ár og tvær næsta ár til løðistøðir til elbilar
Hóast elbilar sluppu undan nøkrum avgjøldum, keypa føroyingar ikki bilarnar.
 
08.10.2014 - 06:50

Tað er ongantíð ov skjótt at fáa løðistøðir til elbilar í Føroyum. Tí eigur løgtingið longu í ár at játta eina millión krónur til slíkar støðir, har sum bilar kunnu fáa streym.

Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi hevur lagt fram uppskot um eykajáttanarlóg, so Fiskimálaráðið fær eina millión krónur  til stuðul til løðistøðir á kontuna, sum eitur umhvørvið.

Og tvær milliónir afturat skulu í fíggjarlógina fyri 2015.

Á vári í 2008 samtykti løgtingið, at bilar, sum burturav brúka el ella vetni, í nøkur ár skuldu sleppa undan nøkrum avgjøldum, sum annars eru løgd á bilar. 

Men hetta fekk tó ikki føroyingar at keypa elbilar.

Ein orsøk er uttan iva, at nærum ongar løðistøðir eru á almennum plássum, sigur Bjørt Samuelsen. 

Avlop frá myllum

Bjørt Samuelsen vísir eisini til ársfrágreiðing hjá Jarðfeingi, sum sigur, at næsta ár kunnu okkurt um tíggju gigawatttímar av elorku fara fyri skeytið, verður einki gjørt fyri at fáa hesa orkuna til høldar.

Orsøkin er nógva vindorkan á netinum, sum ikki altíð kann gagnnýtast.

Jarðfeingi vísir á, at elbilar eru ein møguleiki at brúka avlopsstreymin frá myllunum.

Tíggju gigawatttímar svara til olju fyri slakar níggju milliónir krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959