Varðhaldsfongslaður fyri at hótta løgreglufólk

Varðhaldsfongslaður fyri at hótta løgreglufólk
Ein 45 ára gamal maður er í grundlógaravhoyring varðhaldsfongslaður í 4 vikur, fyri millum annað at hava hótt fleiri løgreglufólk
 
15.10.2014 - 18:16

Tað var í gjár, at løgreglan skuldi handtaka ein persón, sum var staddur á bústaðinum í Havn, har 45 ára gamli maðurin býr. Men 45 ára gamli maðurin vildi ikki lova løgregluni inn í húsini eftir persóninum.

Sambært ákæruvaldinum hótti maðurin, skumpaði og tók í løgreglufólkini, áðrenn løgreglan legði hann í hondjørn.

Sambært áræruvaldinum hótti maðurin við at gera seg inn á løgreglufólkini og inn á familjur teirra, - millum annað, at hann skuldi neyðtaka børnini hjá teimum 10 ferðir, so hann kundi koma í forvaring, - trygdarvarðhald.

Í grundlógaravhoyringini noktaði maðurin seg sekan.

Referatforboð

Ákæruvaldið bað um referatforboð fyri tað, sum 45 ára gamli maðurin hevur greitt frá í rættinum í dag, tí vitni, - sum er perónurin, ið skuldi handtakast, enn ikki er avhoyrt í sambandi við hendingina ígjár, og kanningar eru eftir at gera í málinum. Verjin hjá manninum hevði onga viðmerking. 

Ákæruvaldið kravdi mannin varðhaldsfongslaðan í 4 vikur, tí allar kanningar eru ikki lidnar í málinum, og at vandi er fyri, at maðurin kann gera álvara av sínum hóttanum. 

Kravdi leyslating

Verjin hjá manninum kravdi, at maðurin skuldi leyslatast, og vísti á, at tað er løgreglan, sum blæsir málið upp. Men at her er talan um ein mann, sum ikki ger haltari hønu mein, sum hann málbær seg í rættinum.

Í rættinum kom fram ,at maðurin er fyrr dømdur fyri at hava hótt og gjørt seg inn á alment sett starvsfólk.

45 ára gamli maðurin hevur kært avgerðina um varðhaldsfonglingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329