Lata væl at makrelfiskiskapi

Lata væl at makrelfiskiskapi
Norska fiskivinnan letur sera væl at makrelfiskiskapinum í september og higartil í oktober. 248.000 tons eru landað síðan 1. september
248.000 tons av makreli eru landað í Noregi síðan 1. september í ár. Norska fiskivinnan er væl nøgd
 
17.10.2014 - 11:20

<p>Sambært Norges Silde-salgs-lag eru 248.000 tons av makreli landað í Noregi síðani 1. september. Hetta er nógv meira enn í fjør. Miðalprísurin fyri størsta makrelin hevur ligið um sjey krónur kilo.</p>

<p>Fiskiskapurin er søguliga góður, verður sagt. Seinastu seks vikurnar eru 134.000 tons av makreli útflutt, meira enn dupult so nógv sum í fjør. Grønland hevur fiskað 78.000 tons av makreli í ár, Ísland 153.000 tons og Føroyar hava higartil fiskað 106.000&nbsp;tons.</p>

<p>Men tað órógvar ikki norska útflutningin, tí marknaðurin er ikki tann sami. Norskur makrelur fer til Kina og Japan, meðan Føroyar og Ísland útflyta nógv til Russlands. Nú er makrelurin á veg úr norskum sjógvi í ES-sjógv við Hetland.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044