Gunnar Nielsen nýggjur fíggjarstjóri í Bakkafrosti

Gunnar Nielsen nýggjur fíggjarstjóri í Bakkafrosti
Hann tekur við eftir Teit Samuelsen, sum er vorðin stjóri í P.f. Eysturoyar- og Sandoyartunlum
 
14.11.2014 - 07:56

Bakkafrost hevur sett Gunnar Nielsen í starvið sum fíggjarstjóri, starvið, sum gjørdist leyst, tá Teitur Samuelsen segði upp, tí hann gjørdist stjóri í P/f Eystur- og Sandoyartunlum.

Gunnar Nielsen er 37 ára gamal, og hann er ráðgevi hjá TF samtakinum. Hann tekur við hjá Bakkafrosti á nýggjárinum.

Gunnar Nielsen hevur arbeitt hjá Tryggingarfelagnum Føroyum síðani 2011, har hann millum annað var stjóri í TF Íløgum.

Hann var hjá Grannskoðaravirkinum Inpact í tveimum umførum, frá 1999 til 2006 og frá 2008 til 2011. Árnini 2006 til 2008 var Gunnar Nielsen fíggjarligur ráðgevi í BankNordik. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 040726
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360