Alkoholdement færri rættindi enn onnur

Alkoholdement færri rættindi enn onnur
Í desember í fjør fingu demenssjúklingar yvir ella undir 67 ár somu rættindi - men tey alkoholdementu fylgdu ikki við
 
26.07.2026 - 14:52

Fólk undir 67 ár við demensi, hava ikki øll somu rættindi. Ert tú raktur av tí sum nevnist alkoholdemens, so fært tú ikki somu tilboð sum onnur.

Tað var annars ein stórur dagur 2. desember í fjør, tá Løgtingið samtykti at øll, sum eru sjúk við demensi, fáa kommunal tilboð. Tað var annars avmarkað soleiðis, at bert tey yvir 67 fingu atgongd til kommunal tilboð og búpláss á heimum.

Áðrenn hetta var tað so, at tey sum vóru undir 67 hoyrdu til almannaverkið og møgulig tilboð har.

Men har varð gjørt eitt undantak, so tey alkoholdementu undir 67 duttu av í svinginum - tey fylgdu ikki við.

Orsøkin stendur í viðmerkingunum og er orðað soleiðis: 
"Orsøkin er, at alkoholdemens ikki er ein sjúka, sum í sjálvum sær stendur við og versnar."
Psykiatriski Depilin viðmerkti lógaruppskotið, og skilti ikki hví tey alkoholdementu ikki vóru umfataði og skrivaði millum annað:
"Psykiatriski depilin heldur ikki, at hugtakið "alkoholdemensur" er serliga væl definerað, og ofta er talan um eina blanding av alkohol tongdum demensi og øðrum demensi og tí hava hesi fólk ofta tørv á teimum tænastum, sum finnast á demensøkinum. Mælt verður tí til, at alkoholdemensur eisini verður fevndur av lógini."

Heilsumálaráðið var samt við Psykiatriska deplinum, men Almanna- og mentamálaráðið var av aðrari fatan. Tey alkoholdementu skuldu ikki vera partur av avtaluni. Viðmerkt varð tó, at spurningurin kundi takast upp við kommunurnar seinni, um tað vísir seg, at persónar við alkoholdemensi hava tørv á tænastum, sum kommunurnar veita.

Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, skilir ikki hví munur skal gerast á dementum fólki, sum øll hava sama tørv. Fimm fólk búgva eisini á Herberginum í løtuni, tí tey hava onga aðrastaðni at vera - men tað er vónleyst at síggja mun og hvør orsøkin er til demensin, sigur Martin Kúrberg.
 

1824141

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221