Landið skal gjalda fyri golfvøll

Landið skal gjalda fyri golfvøll
Landskassin er sinnað at gjalda fýra milliónir krónur í endurgjaldi til festaran, sum eigur lendið á Glyvursnesi
Tað fer helst at kosta 1o milliónir kronur at taka lendið á Glyvursnesi til ein Golfvøll. Landið er sinna at gjalda fýra av hesum, sambært ískoyti til fíggjarlógaruppskotið fyri 2015
Mynd: Savnsmynd  
 
30.11.2014 - 11:00

Landið vil gjalda festaranum, sum eigur lendið á Glyvursnesi, fýra milliónir krónur í endurgjaldi, um ein golfvøllur skal byggjast í økinum. 

Tað sæst í ískoyti til fíggjarlógaruppskotið fyri 2015. Landsstýrið vísir á, at Tórshavnar Kommuna og landsstýrið eru vorðin samd um, at landið skal rinda ein part av endurgjaldinum til festaran.

Tann parturin er, sambært landsstýrinum, fýra milliónir krónur. Tó er eitt fyrivarni í tekstinum - har stendur, at endurgjaldsupphæddin í fyrsta umfari verður knappar fýra milliónir.

Higartil hevur verið mett, at tað fer at kosta tíggju milliónir og góðar 154.000 kr. at taka lendi til golfvøll frá festarunum á Glyvurnesi.

Talið er úr eini frágreiðing, sum Búnaðarstovan lat Fiskimálaráðnum í mars í ár.

Uppskot er gjørt um avtalu millum Tórhavnar kommunu, Búnaðarstovuna, Búnaðargrunnin og festararnar Sjúrð Patursson og Poul Muller.

Festararnir skulu langtíðarleiga 656.340 fermetrar til golfvøllin, sum Tórshavnar kommuna ætlar at byggja á Glyvurnesi.

Hóast lógin sigur, at kommunan skal gjalda endurgjald í slíkum førum, vil kommunan hava landið at vera við í ætlanini.

Býráðið heldur, at ein golfvøllur á Glyvursnesi verður øllum landinum at gagni, eitt nú ferðavinnuni, og ikki bara Tórshavnar kommunu. Tí vildi Tórshavnar Kommuna hava landskassan at gjalda. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098