Kæra um viðferð í barnaárunum

Kæra um viðferð í barnaárunum
Barnanna umboðsmaður er farin til verka, men enn hava børn ikki kært
Sólja í Ólavsstovu er eisini Barnanna umboðsmaður
 
12.12.2014 - 09:53

Nú Barnanna umboðsmaður hevur virkað í góðar tveir mánaðir eru kærur komnar, men tó ikki frá børnum.

Nøkur, sum eru 18 ár ella eldri, hava kært um viðferð, sum tey fingu, tá tey vóru børn.

Og foreldur kæra um barnaverndina, men slíkar kærur viðger Løgtingsins umboðsmaður.

Barnanna umboðsmaður ger eisini eftirlitsvitjanir á stovnum, har børn eru, so sum stovnum, sum hava frítíðartilboð til børn.

Og eftir nýggjár er ætlanin at fara í skúlarnar at kunna børnini um Barnanna umboðsmann, sigur Sólja í Ólavsstovu, Barnanna umboðsmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339