Norðurkorea vil hava samrøður við Suðurkorea

Norðurkorea vil hava samrøður við Suðurkorea
Kim Jong-un, forseti í Norðurkorea, sigur seg vera sinnaðan at hitta forsetan í Suðurkorea.
Í seksti ár hevur krígsstøða valdað millum Norður- og Suðurkorea
Mynd: Savnsmynd  
 
01.01.2015 - 15:32

 

Norðurkoreanski forsetin Kim Jong-un er sinnaður at hava samrøður við politisku leiðararnar í Suðurkorea.

Tað boðaði hann frá í sjónvarpaðu nýggjársrøðu síni og segði, at fundirnir kundu vera í suðurkoreanska høvuðsstaðnum Seoul, í norðurkoreanska høvuðsstaðnum Pyongyang ella í onkrum øðrum norðurkoreanskum ella suðurkoreanskum býi.

Um fortreytirnar eru til staðar, segði Kim Jong seg vera til reiðar at hitta suðurkoreanska forsetan Park Geun-hye.

Í Suðurkorea hava myndugleikarnir tikið væl ímóti boðunum úr Norðurkorea.

Suðurkoreanski ráðharrin fyri sameining sigur í eini viðmerking, at vónandi verða innihaldsríkar samrøður landanna millum og uttan avmarkingar settar frammanundan.

Nakrar dagar áðrenn norðurkoreanski forsetin helt nýggjársrøðuna, hevði suðurkoreanski sameiningarmálaráðharrin heitt á Norðurkorea um samráðingar við tí endamáli at sameina familjur, sum kríggið millum Norðurkorea og Suðurkorea í fimtiárunum hevði skilt sundur. Slíkar samráðingar hava áður verið, tær seinastu vóru í oktober mánað, men slitnaðu.

Norðurkorea er illgrunasamt

Í røðuni til norðurkoreanska fólkið segði Kim Jong-un seg harmast um støðuna og skilnaðin millum Norður- og Suðurkorea, men seinni í røðuni fordømdi hann felags hernaðarvenjingarnar millum USA og Suðurkorea og segði, at tær gjørdu støðuna spenta á koreansku hálvoynni.

- Við slíkum venjingum, ið leggja upp til krígsatgerðir, er ikki gjørligt at skapa álit partanna millum, og framgongd verður ikki í viðurskiftunum millum londini, segði norðurkoreanski forsetin.

Eygleiðarar halda, at røðan hjá Kim Jung-un kann bera boð um broytingar, men teir siga, at Norðurkorea er illgrunasamt og at verandi forsetin, eins og undanfarnu einaræðisharrarnir halda Suðurkorea hava í hyggju at leggja Norðurkorea undir suðurkoreanskt vald.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572