Einki høpi í útrokningum hjá Edmundi Joensen
Einki høpi í útrokningum hjá Edmundi Joensen
Edmund Joensen sigur í tíðindaskrivi, at tað fer at kosta landskassanum 160 milliónir krónur um árið at taka ímóti flóttafólki
11.01.2015 - 13:38
Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, er nú eisini farin uppí kjakið um, hvørt vit í Føroyum skulu taka ímóti flóttafólki ella ikki.
Í einum tíðindaskrivi, ið var sent miðlunum í gjár, sigur Edmund Joensen, at tað fer at kosta landskassanum 160 milliónir krónur um árið at taka ímóti flóttafólkum. Hetta byggir fólkatingmaðurin á tøl frá Rockwool-grunninum. Kringvarpið hevur hugt nærri at útrokningunum hjá Rockwool-grunninum, og tað vísir seg, at onki høpi er í útrokningunum hjá fólkatingsmanninum.
Útrokningin hjá Rockwool-grunninum byggir á tøl fyri allar tilflytarar frá ikki-vestanlondum - bæði flóttafólk og vanligir tilflytarar. Tølini eru altso ikki reinsaði fyri flóttafólk. Eisini vísir greiningin hjá Rockwool-grunninum, at um vit hyggja at tølunum fyri allar tilflytarar, t.e. bæði úr vestanlondum og ikki- vestanlondum, so eru tilflytararar ein nettoinntøka hjá danska statskassanum.
Ein útrokning hjá føroyska landsstýrinum frá 1999 vísir, at tað kostar umleið 12 milliónir krónur um árið at taka ímóti 50 flóttafólkum. Altso næstan 150 milliónir krónur minni enn tað Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, sigur í tíðindaskrivinum í gjár. Hetta tal skal tó takast við størsta fyrivarni, tí nógvir faktorar kunnu ávirka kostnaðin av flóttafólkum.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483