Neistin er í hálvfinaluni

Neistin er í hálvfinaluni
Tað er nú greitt at Neistin er tað síðsta liðið í hálvfinalunum í Coca-cola kappingini. Neistin vann í kvøld tepurt á H71 2
 
22.01.2015 - 22:19

Í gjár varð greitt hvørji lið skulu spæla hálvfinalurnar í steypakappingini í hondbólti. Men tó so var ikki avgjørt um tað varð Neistin ella H71 2, sum skuldi møta H71 í hálvfinaluni. 

Neistin vann í kvøld tepurt 31-28 (17-14) á H71 2. Sigurin hjá Neistanum hevur við sær at Neistin hevur vunnið síðsta plássið í hálvfinalunum.


Tað eru ivaleyst fleiri, ið ynsktu at H72 fór avstað við sigrinum. Tí um hetta varð støðan, so møttust H71 1 og H71 2 í hálvfinaluni. Tað hevði verið ein sera søgulig støða.


Les eisini hvussu hinar hálvfinalurnar síggja út : http://kvf.fo/greinar/2015/01/21/her-eru-halvfinalulidini

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493