Útlendingalógin steðgar ikki grindamótmælum

Útlendingalógin steðgar ikki grindamótmælum
Løgfrøðiligar orsøkir eru til, at danska stjórnin ikki er sinnað at broyta útlendingarlógina fyri at steðga Sea Shepherd.
Mynd: Savnsmynd  
 
24.01.2015 - 10:02

 

- Heldur enn at broyta útlendingalógina, eiga aðrir møguleikar at verða troyttir, til tess at ganga ímóti umhvørvisaktivistum, ið vilja steðga grindadrápi, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í útlendingamálum, sum vil hava eina skrá yvir teir møguleikar, ið finnast.

Tað hava Johan Dahl, landsstýrismaður í útlendingamálum, og Mette Frederiksen, løgmálaráðharri, umrøtt á fundi í Keypmannahavn.

Sum liður í at fyrireika Føroyar til at ganga ímóti umhvørvis-aktivistum sum t.d. Sea Shepherd, hevur verið upp á tal at fremja broytingar í útlendingalógini, men tað verður ikki gjørt.

- Niðurstøðan er, at útlendingalógin verður ikki broytt, og at aðrir møguleikar ístaðin eiga at verða troyttir, sigur landsstýrismaðurin.

 

Eftir ynski frá Løgtinginum

Í vetur heitti Løgtingið á landsstýrið um at leggja fram neyðugar lógarbroytingar, so forðast kann fyri, at umboð fyri felagsskapir og útgerð hjá teimum, ið hava til endamáls at fremja ólógligt virksemi ella hótta rættindi í Føroyum, kunnu koma til landið ella fyrireika sítt virksemi í Føroyum.

Ein møguleiki, ið nevndur var tá, er at broyta útlendingalógina, so at beinleiðis lógarfest bann kann setast ávísum felagsskapum ella persónum fyri at koma til Føroya. Stjórnin er tó, av løgfrøðiligum orsøkum, ikki sinnað at fremja slíkar broytingar í útlendingalógini.

- Føroyar skulu, sum Løgtingið ynskir, fyrireikast til at ganga ímóti møguligum ófriðarkroppum frá umhvørvisfelagsskapum, og nú eiga vit at fáa gjørt eina skrá yvir, hvørjir møguleikar eru til taks. 

Ágangur frá umhvørvisfelagsskapum er ikki nakað nýtt, og tá onnur lond megna at forða slíkum ágangi, so megna vit tað eisini, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í útlendingamálum á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804