Apple metstórt avlop

Apple metstórt avlop
Amerikanski KT-risin Apple hevur skrivað søgu sum tann fyritøkan, ið hevur havt størsta avlop nakrantíð í einum fjórðingsári, nú 2014 er gjørt upp
Avlopið hjá Apple í seinasta ársfjórðinginum í 2014 var 18 milliardir dollarar. Tað er størsta avlopið, ein fyritøka nakrantíð hevur havt í einum fjórðingsári

28.01.2015 - 16:42

Avlopið hjá Apple í seinasta ársfjórðinginum í 2014 var 18 milliardir dollarar, ella 119 miliardir krónur. Umsetningurin var 74,6 milliardir dollarar, ella 491 milliardir krónur.

Undan Apple hevði russiska olju- og gassfelagið Gazprom metið sum tann fyritøkan, ið hevur havt størsta avlopið í einum fjórðingsári. Tað var 16,2 milliardir dollarar, ella 107 milliardir krónur.

iPhone trygt inntøkugrundarlag

Jólasølan av nýggju iPhone-telefonunum er høvuðsorsøkin til góða úrslitið hjá Apple. Seldar vórðu 74,5 milliónir iPhone, og tað er eisini met hjá Apple.

Stór framgongd hevur verið í søluni hjá Apple í Kina. Har vaks umsetningurin 70 prosent samanborið við árið fyri.

Umleið 65 prosent av øllum umsetninginum hjá Apple er í Kina. Góðu tíðindini ávirka eisini partabrævið í Apple, sum er vaksið fimm prosent í virði í USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329