Lógaruppskot: Sama tilboð um endurvenjing til øll

Lógaruppskot: Sama tilboð um endurvenjing til øll
Sjúkrahúsverkið skal hava skyldu at veita borgarum ókeypis endurvenjing, tá lækni hevur staðfest, at tørvur er á tí
Tilboðið um endurvenjing skal vera eins fyri allar føroyingar, sama hvar teir búgva í landinum, stendur í lógaruppskotinum, sum kemur til 1. viðgerð í morgin
 
16.02.2015 - 08:10

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur skotið upp, at borgarar skulu fáa ókeypis endurvenjingina eisini eftir, at viðgerðin á sjúkrahúsi er liðug.

Rætturin til endurvenjing verður tann sami, sum rætturin til viðgerðir sambært lógini um sjúkrahúsverk, men sjúkrahúsverkið raðfestir, hvørji endurvenjingartilboð sjúklingurin kann verða ávístur til.

Sama tilboð til allar føroyingar

Tilboðið, sum veitt verður, skal vera eins fyri allar føroyingar, sama hvar teir búgva í landinum, stendur í lógaruppskotinum, sum kemur til 1. viðgerð í morgin.

Á fíggjarlógini í ár eru tvær milliónir krónur settar av til endurvenjing í sjúkrahúsverkinum, men umframt hesa upphædd eru útreiðslurnar til fysio- og ergoterapi í heilsuverkinum í løtuni umleið 11 milliónir kr.

Karsten Hansen sigur, at verður tilboðið víðkað, uttan at tað skal ávirka virksemið í sjúkrahúsverkinum, verður neyðugt at uppraðfesta økið við hægri játtan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523