Flemish Cap bjargar árinum hjá línuskipunum

Flemish Cap bjargar árinum hjá línuskipunum
Øll línuskipini eru nú á veg heim, og tey stóru hava fiskað fyri millum 8 og 10 milliónir kr. í tveir mánaðir
Klakkur er eitt av línuskipunum, sum hevur roynt á Flemish Cap.
 
23.02.2015 - 15:48

Flemish Cap bjargar árinum hjá stóru línuskipunum, sum frysta umborð.

Øll línuskipini eru nú á veg heim, og tey stóru hava fiskað fyri millum 8 og 10 milliónir kr. í tveir mánaðir.

Fiskiskapurin hjá línuskipunum var millum 40 og 60.000 pund uppá setuna, og hjá trolarunum upp í 70.000 pund um dagin.

Áttu 2.000 tons

Línuskipini áttu góð 2.000 tons av toski á Flemish Cap, og tey hava nú fiskað sína kvotu. Fýra línuskip hava verið á Flemish Cap. Váðasteinur ísar fiskin umborð, og hevur verið einaferð í Føroyum og avreitt 250.000 pund.

Váðasteinur er á veg heim aftur, og skal landa hósmorgunin. Teir hava um 220.000 pund hendan túrin. Fyrra túrin seldi Váðasteinur fyri 1,8 milliónir kr.

Niclas Davidsen, reiðari letur væl at, og sigur at tað loysti seg væl at fara yvir á Flemish Cap.

Hini trý línuskipini, Klakkur, Eivind og Kambur, eru eisini á veg heim. Tey avhøvda og frysta fiskin umborð. Øll skipini landaðu fyrra túrin í St.Pierre í Nýfundlandi. Tey hava nú fiskað kvotuna lidna, og eru á veg heim.

Línuskipini, sum frysta fiskin umborð, hava selt fyri millum 8 og 10 milliónir kr.

Fiskiskapurin hjá línuskipunum var sera góður. Tey royndu bert við einum parti av línuni, men tey fingu upp í 40.000 - 60.000 pund upp á setuna.

Trolarar eisini góðan fiskiskap

Seks trolarar hava fiskað tey gott 1.000 tonsini, sum trolararnir fingu á Flemish Cap.

Vesturleiki, Brestir og Sjagaklettur, sum frysta fiskin umborð, vóru fyrstir yvir á Flemish Cap, og teir fingu væl av fiski frá fyrsta degi.

Tríggir aðrir trolarar, Føniks, Heykur og Falkur, sum ísa fiskin umborð, vóru nakað seinni yvir á Flemish Cap, men teir hava fiskað í nakrar dagar.

Eisini hjá trolarunum var fiskiskapurin góður, upp í 70.000 pund um samdøgrið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373