- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland er ein vandi fyri londini vestanfyri
Russland er vorðið ein vandi, og Bretland eigur at fyrireika seg at skula verja seg og sínar sameindu.
Tað sigur John Sawers, ið nýliga er farin frá sum leiðari fyri fregnartænastuna MI 6, ið hevur útlond sum sítt arbeiðsøki.
Hann heldur, at londini vestanfyri eiga at samskifta meira við Russland, men samstundis er Russland vorðið ein størri hóttan. Ikki neyðturviliga móti Bretlandi beinleiðis, men ímóti londum, sum ligggja nærri Russlandi, og sum Bretland - saman við hinum NATO londunum - hevur tikið á seg ábyrgdina av at verja. Tá verða serliga Baltalondini - Estland, Letland og Litava - havd í huga.
John Sawers kemur við viðmerkingum sínum nú eitt ár er síðani bardagarnir byrjaðu millum ukrainska stjórnarherin og russiskt sinnaðu uppreistrarliðini í eystara parti av Ukraina.
- Vit skulu ikki halda, at Russlandi er ávegis ímóti størri fólkaræði, tvørturímóti sigur John Sawers. Og tann javnvág, sum kalda kríggið eftir seinna heimsbardaga gav, broytist.
- Kreppan í løtuni er kring Ukraina, men Ukraina er ikki veruligi trupulleikin.
- Trupulleikin er, at Russland kennir seg hótt, og atgerðir Vladimir Putins vísa, at hann heldur trygd sína standa uppá spæl, sigur John Sawers við BBC.