CIP-kanningin verður liðug fyrra hálvár í ár

CIP-kanningin verður liðug fyrra hálvár í ár
Kanningin hjá Hans Gammeltoft-Hansen hevur higartil kostað hálva fjórðu millión krónur
 
01.04.2015 - 07:45

Tíðarætlanin hjá Hans Gammeltoft-Hansen, sum kannar CIP málið fyri løgtingtið, er framvegis tann sama, sum hann segði, hon var, í samrøðu við Útvarpið á nýggjárinum.

Hann miðar eftir at fáa kanningina lidna seint í fyrra hálvári 2015. 

Kanningin fer at kosta landskassanum nakrar milliónir krónur. Til nýggjárs hevði løgtingið fingið rokningar fyri hálva fjórðu millión krónur.

Løgtingið varð í november í fjør biðið um tvær milliónir og 850.000 kr. at brúka til kanningina í fjør. 

Okkurt um 2,6 mió. kr. vóru longu brúktar, áðrenn løgtingið játtaði pengarnar. 

Í fíggjarlógini fyri 2015 bað løgtingið um hálva aðru millión krónur til eftirlit, eitt nú kanningar. 

Men tað er alt ov lítið, bæði í fjør og í ár, sambært teimum rokningum, sum Løgtingsskrivstovan higartil hevur fingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065