Loysti seg at sigla um páskirnar

Loysti seg at sigla um páskirnar
Tað var ikki til fánýtis at Strandferðslan sigldi millum oyggjarnar um páskirnar, vísa tølini, nú talt er saman. Besti dagurin var annan páskadag
Flestu ferðaseðlarnir vórðu seldir á suðuroyarleiðini, tá skipini hjá Strandferðsluni sigldu um páskirnar
 
10.04.2015 - 12:18

Tað loysti seg hjá Strandferðsluni at sigla um páskirnar, vísir uppteljingin fyri tær seks oyggjaleiðirnar, ið á fyrsta sinni sigldu allar dagar um páskirnar í ár.

Tilsamans vórðu seldir 9.516 ferðaseðlar frá skírisdegi til annan páskadag, vísir uppgerðin hjá Strandferðsluni. Flestu ferðafólkini brúktu suðuroyarleiðina.

Yvirlit: Seldir ferðaseðlar á páskum

Skírisdag

Langa fríggjadag

Leygardagur

Páskadag

Annan páskadag

Tað var seint í september í fjør, at Johan Dahl, landsstýrismaður, boðaði frá, at strandfaraskipini skulu sigla allar dagar í árinum, eisini langa fríggjadag og páskadag, sum tey annars ikki hava gjørt áður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252