Samráðingar tiknar uppaftur

Samráðingar tiknar uppaftur
Samráðingarnar millum strandalondini um svarkjaftin verða nú tiknar uppaftur. Hetta verður seinasta royndin at býta svartkjaftin
Í dag verða samráðingarnar millum strandalondini um svarkjaftin tiknar uppaftur
 
21.04.2015 - 09:30

Føroyar hava formansskapin og hava boðið strandalondunum til samráðingar. Hetta er fjórða samráðingarumfar, síðani svartkjaftasemjan varð søgd upp í heyst.

Á fundinum í dag fer føroyski formanskapurin at boða strandalondumum frá, at hetta verður seinasta royndin at býta svartkjaftin, skrivar Fiskimálaráðið.

Á samráðingunum luttaka Føroyar, ES, Ísland og Noreg sum strandalond, og Russland er við sum eygleiðari. Samráðingarnar fara fram írska Fiskimálaráðnum í Clonakilty í Suðurírlandi.

Samráðingar byrja í dag og enda hósdagin. Umframt føroyska samráðingartoymið eru eisini umboð fyri sendistovuna í London og felagið Nótaskip við í samráðingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334