Pætur Clementsen tekniskur stjóri í FSF

Pætur Clementsen tekniskur stjóri í FSF
FSF hevur sett nýggjan tekniskan stjóra
Mynd: fsf.fo  
 
29.04.2015 - 19:08

Starvsnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur sett Pætur S. Clementsen í starv sum nýggjan tekniskan stjóra. 

- Tekniski stjórin skal standa á odda fyri menningini av føroyskum fótbólti. Føroyskur fótbóltur er nógv mentur seinastu árini, og tað hevur alstóran týdning, at menningin er áhaldandi og skipað eftir rætta leistinum, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF við fsf.fo

Starvið varð lýst leyst at søkja, og Fótbóltssambandið fekk níggju umsóknir – bæði úr Føroyum og uttanlands. Verandi tekniski stjórin, Petur Simonsen, fer frá vegna aldur seinni í ár. 

Dreymastarv
Pætur S. Clementsen er ikki ókendur í føroyskum fótbólti. Hann hevur, hóast ungan aldur, drúgvar royndir sum venjari í fleiri føroyskum feløgum og hjá ungdómslandsliðum. 

- Eg ivaðist ikki í at søkja, tá ið eg las starvslýsingina. Tað er ikki á hvørjum degi, at ein slíkur møguleiki kemur undan kavi.

Eg haldi, at eg havi førleikarnar og royndirnar til at taka við hesum starvi, sum eg kalli mítt dreymastarv, sigur Pætur Smith Clementsen. við fsf.fo

Í nýggja starvinum fær Pætur ábyrgd av venjaraútbúgving og leikaramenning.

Harumframt skal hann skipa útbúgvingina av øllum fótbóltsvenjarum í Føroyum, og tekniski stjórin hevur ábyrgdina av ungdómsvenjarunum hjá FSF og at vera miðsavnandi fyri alt ungdómsarbeiðið hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Nýggi tekniski stjórin tekur við starvinum seinni í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. februar
Breddin: Skal ES flyta seg tættari saman?
203822
Fríggjadag 6. februar
RagnarRokk:Attila Csihar um Liturgy of Death
203781
Fríggjadag 6. februar
Morgunlestur fríggjadagur 6.februar 2026
203555
Hósdag 5. februar
RagnarRokk 5.februar 2026
203225
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Hósdag 5. februar
Jóhanna: Ró
203727
Hósdag 5. februar
Bjarki: Spor í sandi
203724