Alsamt fleiri fáa cystiska fibrosu

Alsamt fleiri fáa cystiska fibrosu
Næstu 10 árini fer talið av sjúklingum við cystiskari fibrosu at vaksa við meira enn 50 prosentum.
 
11.05.2015 - 15:52

Cystisk Fibrosa er kronisk arvalig sjúka, sum millum annað ger seg inn á lungu og maga-og tarmskipanina.

Seinastu 40 árini hava sjúklingar við cystiskari fibrosu livað munandi longri.

Í 70-árunum var miðallivitíðin fyri fólk við cystiskari fibrosu 15 ár, - nú er hon omanfyri 30 ár í flestu vesturlondum. 

Neyðugt við nýggjum viðgerðarháttum

Longda livitíðin er orsøkin til, at talið av sjúklingum veksur so nógv næstu 10 árini, skrivar Aarhus Universtietssjúkrahúsið í tíðindaskrivi.

Talið stavar frá nýggjari kanning, har altjóða granskingarbólkur, saman við universitetssjúkrahúsinum og lærda háskúlanum í Aarhus, hava kannað upplýsingar um sjúklingar og talið av andlátum orsakað av cystiskari fibrosu gjøgnum 4 - 7 ár - fram til 2009. Hesar hava tey brúkt til at roknað væntaða talið av børnum og vaksnum við sjúkuni fram til ár 2025.

Í flestu vesturlondum veksur talið av vaksnum við Cystiskari Fibrosu við 78 prosentum. Hetta talið er í eystanlondum 40 prosent fyri børn og vaksin.

Hanne Vebert Olesen, yvirlækni við Aarhus Universitetshospital, sigur í tíðindaskrivinum, at eingin ivi er um, at neyðugt er við eyka midlum til vaksnu cystisk-fibrosu-sjúklingarnar. Haraftrat eru eisini nýggir viðgerðarhættir á veg, sum væntandi hækka livialdurin skjótari.

Les eisini: Meira um kanningina
Les eisini: Tíðindaskrivið frá universitetssjúkrahúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028