Føroyingar skulu ikki ávirka stjórnarviðurskiftini

bannari
Føroyingar skulu ikki ávirka stjórnarviðurskiftini
Ein lítil meiriluti av føroyingum heldur ikki, at føroysku fólkatingsumboðini skulu leggja seg út í stjórnarviðurskifti í Danmark
 
31.05.2015 - 10:28

Tað kemur fram í kanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin í apríl. Hetta skrivar in.fo. 

 

43,1 prosent av teimum spurdu halda ikki, at føroysku fólkatingslimirnir skulu leggja seg út í stjórnarviðurskiftini í Danmark. 37,1 prosent halda hinvegin, at føroysk fólkatingsumboð skulu taka støðu til, hvør stjórnar Danmark. 12,8 prosent siga seg ikki vita, hvat tey halda.

 

Av teimum spurdu eru tað flestir javnaðarveljarar, ið halda, at føroysku umboðini á Christiansborg skulu blanda seg í stjórnarviðurskiftini í Danmark. Sambært kanningini halda 46,7 prosent av øllum javnaðarveljarum, at fólkatingsumboðið eigur at vera við til at avgera, hvør stjórn skal sita í Danmark. 

 

41,2 prosent av sambandsveljarunum halda, at føroysku umboðini á Christiansborg skulu blanda seg í stjórnarviðurskiftini í Danmark. 

 

Hjá tjóðveldisveljarum er støðan greiðari. Har halda 71,5 prosent av veljarunum, at eitt møguligt umboð fyri flokkin á fólkatingi IKKI skal blanda seg í stjórnarviðurskiftini í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327