Roynir at flyta drotningadøgurðan

bannari
Roynir at flyta drotningadøgurðan
Løgmaður fer nú at gera eina roynd at flyta døgurðan fyri Margrethu Drotning, sum eftir ætlan verður mikukvøldið í næstu viku
Løgmaður fer nú at vita, um drotningadøgverðin, ætlanin var at hava mikukvøldið 17. juni klokkan 19, kann flytast til klokkan 21 sama kvøldið
 
09.06.2015 - 11:55

Løgmaður er vertur fyri døgurðan, sum verður í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 17. juni klokkan 19. Millum tey innbodnum eru formenninir í øllum politisku flokkunum.

Júst tá - mikukvøldið klokkan 19 - verður eisini formansumfar millum somu floksformenn beinleiðis í sjónvarpinum her í Kringvarpinum. Sambært Liljuni Weihe, tíðindaleiðara, ber ikki til at flyta kjakið millum floksformenninar.

Í Degi & Viku í gjárkvøldi søgdu formenninir í Sjálvstýrisflokkinum, Javnaðarflokkinum Tjóðveldi og Framsókn, at teir fara ikki til døgurðan fyri drotningini.

Kanna um døgverðin kann verða klokkan 21

Formenninir í Fólkaflokkinum og Miðflokkinum høvdu í gjár ikki tikið støðu til, um teir fara til døgurða ella formansumfar. Kaj Leo Holm Johannesen sigur við útvarpið í dag, at hann nú fer at royna at flyta døgurðan fyri Margrethu Drotning.

- Eg havi biðið mína umsiting kanna, um tað ber til at flyta døgurðan til klokkan 21, soleiðis at floksformenninir kunnu vera við til formansumfarið og síðani døgurðan, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Enn dugir løgmaður ikki at siga, um tað ber til at flyta døgurðan fyri drotningini. Hann bíðar eftir svari frá kongshúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858