Veljarakanning: Kvinnur velja Sjálvstýrisflokkin

bannari
Veljarakanning: Kvinnur velja Sjálvstýrisflokkin
Sjálvstýrisflokkurin er best umtóktur millum kvinnuligu veljararnar, vísir nýggj veljarakanning. Framsókn liggur hinvegin í botninum
Sjálvstýrisflokkurin er best umtóktur millum kvinnuligu veljararnar, vísir nýggj veljarakanning
 
12.06.2015 - 12:18

Sjálvstýrisflokkurin verður best umtóktur millum kvinnuligu veljarnar á fólkatingsvalinum 18. juni, sambært nýggju veljarakanningini, Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Sí grafikkin niðanfyri

71 prosent av veljarunum hjá Sjálvstýrisflokkinum eru kvinnur meðan 29 prosent av veljarunum hjá flokkinum eru mannfólk, vísir veljarakanningin.

Í botninum liggur Framsókn. Bert 17 prosent av veljarunum hjá Framsókn eru kvinnuligir veljarar, 83 prosent av veljarunum hjá Framsókn eru mannfólk.

Greinin heldur fram niðanfyri

Grafikkur: Soleiðis velja kvinnur og menn flokkarnar

Sambært veljarakanningini, eru tað flest konufólk, ið siga seg ikki vita, hvar krossurin skal setast 18. juni. 66% av konufólkunum vita ikki og meðan 34% av teimum, ið ikki vita, eru menn.

Dagført 13:42: Heri á Rógvi, frá fyritøkuni Lóður, ið gjørdi veljarakanningina, sigur, at tølini í júst hesari kanningini við kynsbýtinum skulu takast við sera stórum fyrivarni.

SÍ EISINI Sí grafikkin: Her er úrslitið av veljarakanningini

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391