Kringvarpið fær átalu fyri vantandi innlit

Kringvarpið fær átalu fyri vantandi innlit
Ikki fyrr enn umboðsmaðurin kom upp í málið, varð innlitsumbønin avgreidd
 
17.06.2015 - 11:15

Kringvarpið hevur fingið eina átalu frá Løgtingsins Umboðsmanni, tí ein umbøn um innlit ikki varð svarað fyrr enn fýra mánaðir eftir, at hon varð send stovninum.

Umboðsmaðurin heldur eisini, at tað var serstakliga óheppið, at innlit varð latið í eymar upplýsingar, p-tal og kontunummur, sum eru undantiknar rættinum til innlit. 

Kærdi í januar

Løgtingsins Umboðsmaður fekk eina klagu 11. januar í ár, tí viðkomandi hevði ikki fingið svar upp á eina innlitsumbøn, sum varð send 7. oktober í fjør.

Umboðsmaðurin gjørdi av at kanna málið nærri, og 13. januar varð klagan send Kringvarpi Føroya til ummælis, samstundis sum biðið var um at læna øll skjøl í málinum. 

Við teldubrævi, dagfest 11. februar 2015, fekk klagarin innlit í umbidna málið, eins og umboðsmaðurin fekk avrit av teimum skjølum, sum klagarin hevði fingið innlit í. 

Kringvarp Føroya hevur í frágreiðing til umboðsmannin víst á, at innlitsáheitanin frá klagaranum tíverri var dottin niður ímillum. 

Gevur átalu

Ikki fyrr enn umboðsmaðurin kemur upp í málið, verður innlitsumbønin avgreidd av Kringvarpi Føroya.

- Tað gingu sostatt fýra mánaðir, frá tí at klagarin bað um innlit, til Kringvarp Føroya gav klagaranum innlit í málið. Hetta haldi eg vera alt annað enn nøktandi, sigur umboðsmaðurin, sum gevur Kringvarpinum eina átalu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 39 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945