- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Stórur tørvur á eftirskúla í Føroyum

- Tørvurin á eftirskúla í Føroyum er ógvuliga stórur. Nógv ungfólk fara á eftirskúla uttanlands, og hugsast kann, at ein eftirskúli í Føroyum fer at gera, at enn fleiri fáa hug at fara á eftirskúla heldur enn í 10. flokk og miðnám.
Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið. Hann sigur, at tað kann eisini hugsast, at føroysk foreldur uttanlands fara at senda børnini til Føroya í eftirskúla.
Ein annar møguleiki er eisini, at ungfólk uttanlands koma til Føroya, men eftirskúlin er fyrst og fremst ætlaður føroyskum ungdómi, sigur Herálvur Jaobsen.
Mæla til at byggja eftirskúla á Drelnesi
Fyrr í ár koma triðja álitið um eftirskúla í Føroyum seinastu 10 árini, og mælt verður til at byggja skúlan á Drelnesi til 80 næmingar.
Sambært álitinum fara umleið 120 føroysk ungfólk á eftirskúla uttanlands um árið. Arbeiðsbólkurin, sum gjørdi álitið, mælir til at landið rindar helvtin av íløguni.
Landið rindar 70 prosent av rakstrinum, sambært eftirskúlalógini frá 2000, kommunurnar rinda fyri hvønn næming, og næmingurin rindar eisini sjálvur.

























